Arbeiðsgevarafelag ivast í sektunum

Arbeiðsgevarafelag ivast í sektunum
Sektirnar fyri brot á dátuverndina hækka so nógv, at ivasamt er, um tað er skilagott, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya arbeiðsgevarafelag ivast í, hvussu skilagott tað er at hækka sektirnar so nógv, sum lagt verður upp til í lógaruppskotinum um dátuvernd.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.11.2019 - 13:42

Í lógaruppskotinum um dátuvernd verður sektin hækkað fyri at bróta reglurnar um persónsupplýsingar.

Sektin verður tann sama sum í Danmark, har til dømis ein hýruvognsstøð herfyri fekk 1,2 mió. kr. í sekt.

Dátueftirlitið skal samstundis fáa heimild til at geva fyrisitingarlig sektaruppskot fyri brot á dátuverndarlógina, eins og løgreglan gevur sektaruppskot fyri brot á ferðslulógina.

Føroya arbeiðsgevarafelag ivast í, hvussu skilagott tað er at hækka sektirnar so nógv, og samstundis geva almennum stovni heimildir at geva stór sektaruppskot.

Arbeiðsgevarafelagið sigur í hoyringarskrivi sínum, at sum skilst vera stóru sektirnar bara galdandi fyri privatar fyritøkur, ikki fyri almennar stovnar. Og tað skilir Arbeiðsgevarafelagið ikki. 

Ábyrgd verður flutt
Sambært uppskotinum verður ábyrgd flutt frá Dátueftirlitinum yvir á dátuábyrgdarhavarar á stovnum og fyritøkum. 

Men tað er ikki eitt krav, at privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk.

Nógvar privatar fyritøkur fara kortini at hava dátuverndarfólk, tí fyritøkurnar fara møguliga at viðgera persónsviðkvæmar upplýsingar.

Tað er tí ikki greitt, nær og hvørjar privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Eftirlitið skal ráðgeva meira
Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum í nógv størri mun vera at ráðgeva og gera vegleiðingar um dátuverndarlógina.

Nýggja dátuverndarlógin skal koma í staðin fyri galdandi lóg um at viðgera persónsupplýsingar, sum er frá 2001.

Nýggja lógin skal koma í gildi 1. januar 2021.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311