Danski uttanríkisharrin vitjar

Danski uttanríkisharrin vitjar
Í morgin kemur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, til Føroya. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm
Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, kemur til Føroya í morgin, og steðgar til hósdagin
 
26.11.2019 - 08:12

Eisini hevur landsstýrið sett sær sum mál, at føroyskir myndugleikar fáa innlit í og ávirkan á øll viðkomandi uttanríkispolitisk og verjupolitisk mál.

Hetta fer landsstýrið at tosa við Jeppe Kofod um, meðan hann er í Føroyum. Jeppe Kofod kemur í morgin og fer fyrst til Gásadals, áðrenn hann fer til Havnar.

Jeppe Kofod og Jenis av Rana, landsstýrismaður, hava fund í Tinganesi seinnapartin í morgin. Hósdagurin byrjar við fundi í løgtinginum við Uttanlandsnevndina, og síðani gongur leiðin í Vinnuhúsið. 

Áðrenn danski uttanríkisráðharrin fer til Danmarkar aftur hósdagin, vitjar hann Listasavnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425