Mæla frá at lækka veiðigjaldið

Mæla frá at lækka veiðigjaldið
Flokkarnir, sum skipaðu undanfarnu samgongu, mæla tinginum frá at lækka veiðigaldið fyri norðhavssild, tí lækkingin er ikki fíggjað
Veiðigjaldið er mett at geva landskassanum 150 milliónir krónur í 2020
 
05.12.2019 - 09:22

Landsstýrið mælir til at lækka gjaldið úr 75 oyrum fyri kilo niður á 50 oyru. Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongan og Sjálvstýri, tekur undir við tí. Prísurin fyri sild er minni nú, enn tá veiðigjaldið varð 75 oyru fyri kilo, sigur landsstýrið.

Veiðigjaldið fyri makrel og svartkjaft verður óbroytt næsta ár. Veiðigjaldið er mett at geva landskassanum 150 milliónir krónur næsta ár, sigur landsstýrið.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn mæla til at strika øll veiðigjøld, sum verða ásett sum føst upphædd fyri hvørt kilo. Í staðin eigur at gerast lóg, sum tekur atlit at broytingum í rakstri og virksemi hjá fiskivinnuni. 

Hetta er skipan, sum tryggjar, at tilfeingisrenta bara verður tikin av óvanliga stórum avlopi, siga flokkarnir. Undanfarna landsstýri legði uppskot um veiðigjald fyri løgtingið. Og andstøðan nú vísir til tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329