Viðgera uppskotið um veiðigjøld í dag

Viðgera uppskotið um veiðigjøld í dag
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka veiðigjøldini, tí uppboðssølan er strikað í sjófeingislógini
 
20.12.2019 - 08:11

Skip, sum fiska í Barentshavinum, skulu nú eisini rinda veiðigjald, og gjaldið fyri makrel veksur eina helvt. Gjaldið fyri makrel, sum var ein króna fyri kilo, hækkar upp í hálva aðru krónu fyri kilo.

Gjaldið fyri svartkjaft hækkar fimm oyru, upp í 25 oyru fyri kilo. Gjaldið fyri norðhavssild verður næsta ár 60 oyru fyri kilo - 10 oyru meira enn í ár.

Og so er tað botnfiskurin í Barentshavinum, sum eisini skal gjalda veiðigjald. Tað verður 50 oyru fyri kilo. Mett verður, at uppskotið fer at geva landskassanum umleið 260 milliónir krónur næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674