Havnarútbyggingin: Bíða eftir tryggingini

Havnarútbyggingin: Bíða eftir tryggingini
Arbeiðið at útbyggja havnarlagið í Havn er nógv seinkað
 
07.01.2020 - 13:32

Tórshavnar havn hevur ikki enn frætt frá Betri trygging, um hon tekur við, nú neyðugt er at skifta nógvar akkersboltar í nýggju havnini.

Yvir 200 akkersboltar halda atløgubryggjuni, men nógvir eru bognaðir og síðani slitnaðir.

Neyðugt er at skifta okkurt um helvtina av teimum.

Hetta er bryggjan, sum annars var liðug.

Akkersboltar eru eisini farnir í brygguni, sum ikki er liðug. 

Festa akkerini longri uppi

Loysnin er nú at festa akkerini tveir metrar longri uppi. Nú eru tey á seks metra dýpi. Tey vóru átta metrar niðri.

Ætlanin var annars at taka fyrra partin av nýggju havnini í brúk tann 22.oktober í fjør.

Nú er óvist, nær havnin verður klár at brúka, men tað verður í fyrsta lagi í vár.

Alt arbeiðið skuldi verða liðugt hálvan mai í ár, men tað verður eisini seinni enn tað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537