HM-lutakast: Góðar møguleikar ímóti Paraguai

bannari
HM-lutakast: Góðar møguleikar ímóti Paraguai
Føroysku hondbóltskvinnurnar komu í bólk saman við Montenegro, Spania og Paraguai í HM-endaspælinum. Møguleikarnir ímóti Paraguai eru góðir, meta spælarar
Bjarta O. Johansen verður væl ansað í EM-dystinum ímóti Danmark.
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
22.05.2025 - 17:00

Føroyar skulu spæla ímóti Montenegro, Spania og Paraguai til HM-endaspælið í Týsklandi og Hollandi í vetur.

Tað var greitt longu áðrenn lutakastið, at Montenegro var í bólki saman við Føroyum, og síðan komu Paraguai og Spania úr ávíkavist styrkisbólki 4 og 2 til lutakastið.

 - Montenegro og Paraguai var fínt, men at trekkja Spania var ikki eitt ynski, sigur Bjarta O. Johansen, landsliðsspælari. 

 - Eg eri væl nøgd við lutakastið, sigur Jana Mittún. 

 - Úr ovasta styrkisbólkinum fáa vit Montenegro, sum vit eisini fingu til EM-undankappingina. Teimum koma vit tískil at spæla móti einaferð, áðrenn vit møta teimum til HM. Montenegro er ein sterk hondbóltstjóð søguliga. Tær spæla øgiliga nógv við hjartanum og villskapi, sigur bakspælarin, sum ikki veit so nógv til Spania, sum endaði á 13. plássi til EM-endaspælið seinast.

 


Jana Mittún strýkur ígjøgnum verjuna hjá Litava í HM playoff-dystinum við Tjarnir í apríl. Stórsigurin tryggjaði í roynd og veru Føroyum HM-plássið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe, hevði við Bjartu Johansen, í útvarpstíðindunum

1745090

 

Góðir møguleikar ímóti Paraguai

Trý lið komu víðari úr hvørjum bólki, og tí kann verða nóg mikið at vinna á t.d. Paraguai fyri at spæla seg í miðumfarið, sum verður í Dortmund.

 - Eg veit einki serligt um Paraguai, men eg kundi ímyndað mær, at vit hava góðar møguleikar har. Tær hava bara verið við tvær, tríggjar ferðir áður, so tað er nokk ikki eitt so sterkt lið, metir Bjarta O. Johansen.

 - Úr niðasta styrkisbólki var tað serliga eitt lið, vit ikki vildu hava, og tað var Kroatia. Teimum sluppu vit eisini undan. Fáa so Paraguai. Eg kenni als einki til tær. Tað verður tó spennandi at spæla móti eini hondbóltstjóð, sum eg vænti spælir eitt sindur øðrvísi enn nógvar av teimum evropeisku gera, sigur Jana Mittún.

Málið eftir lutakastið er at spæla seg í miðumfarið, heldur Bjarta O. Johansen.

 - Ja, heilt sikkurt. Eg síggi ein møguleika. Paraguai varð nummar 29 seinasta HM-endaspæl, so eg meti, at vit eiga at hava møguleikar móti teimum. Ein sigur er jú nokk til at koma víðari, sigur hon.

Dystirnir hjá Føroyum í bólkaspælinum vera í býnum Trier, sum liggur vestarlaga í Týsklandi nær við markið til Luksemborg. 

Dystarskrá:
Mikudagin 26. november: Montenegro – Føroyar
Fríggjadagin 28. november: Spania – Føroyar
Sunnudagin 30. november: Føroyar – Paraguei

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983