Stívliga tríggir fjórðingar í fólkakirkjuni

Stívliga tríggir fjórðingar í fólkakirkjuni
Nú eru 41.584 fólk limir í føroysku fólkakirkjuni. Tey eru 76,1 prosent av fólkatalinum
61 kirkjur eru í Føroyum. Hendan er við Gjógv.
 
23.05.2025 - 06:28

Nú eru 41.584 fólk limir í føroysku fólkakirkjuni.

Tey eru 76,1 prosent av fólkatalinum, skrivar Hagstovan.

Í fjør vóru 41.705 limir í fólkakirkjuni, 76,6 prosent av fólkatalinum.

Í 2001 vóru 84,3 prosent av fólkatalinum í fólkakirkjuni. 

Ymiskt er í teimum 15 prestagjøldunum, hvussu nógv fólk eru í fólkakirkjuni.

Í Norðuroya vestara prestagjaldi er talið 59,60 prosent av fólkatalinum.

Har eru tveir prestar, fimm kirkjur og tíggju bygdir. 

Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi er talið 89,22 prosent.

Har er ein prestur, fimm kirkjur og átta bygdir.

Í sjey prestagjøldum er talið yvir 80 prosent av fólkatalinum.

Í Føroyum eru 61 kirkjur og 27 prestar, skrivar Hagstovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360