Innkomuvegurin eitur nú Havnarvegur

Innkomuvegurin eitur nú Havnarvegur
Gøtunavnanevndin og býráðið draga ikki eina línu í Tórshavnar kommunu
Innkomuvegurin eitur nú Havnarvegur.
 
23.05.2025 - 06:24

Gøtunavnanevndin og býráðið draga ikki eina línu í Tórshavnar kommunu.

Gøtunavnanevndin mælti til, at ovasti partur av Sundvegnum fær navnið undir Villingafossi.

Tað er tann parturin, sum innkomuvegurin sker av Sundsvegnum.

Tórshavnar býráð samtykti í gjár ikki at taka undir við tí.

Býráðið samtykti einmælt, at vegurin framvegis skal eita Sundsvegur heilt niðan á endan.

Mentamálanevndin hjá býráðnum samtykti fyrst, tað var 2. apríl, at taka undir við gøtunavnanevndini.

Men 7. mai samtykti nevndin, at vegurin framvegis skal eita Sundsvegur.

Og býráðið er heldur ikki heilt samd við gøtunavnanevndini um innkomuvegin.

Innkomuvegurin

Tekniska umsitingin heitti á gøtunavnanevndina um at taka støðu til, um innkomuvegurin kann eita 
Innkomuvegurin, ella koma við uppskoti um annað navn.

Meirilutin í nevndini mælir til, at innkomuvegurin fær navnið ytri Ringvegur.

Minnilutin mælir til, at navnið verður Havnarvegur.

Mentamálanevndin mælti til at velja navnið Havnarvegur.

Og tað samtykti býráðið einmælt í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040