Mótmælisfólk: Trygdarlið skjóta við skørpum

Mótmælisfólk: Trygdarlið skjóta við skørpum
Ein kvinna sigur, at hon sá sjey fólk verða skotin undir eini mótmælisgongu í Teheran, men myndugleikarnir vísa hesum aftur
 
13.01.2020 - 13:18

Nógv bendir á, at iranskir myndugleikar hava skotið við skørpum fyri at spjaða mótmælisfólk í høvuðsstaðnum, Teheran.

Sjónarváttar og upptøkur á sosialum miðlum siga, at fleiri eru særd, skrivar The Guardian.

Fleiri hundrað mótmælisfólk fóru út á gøturnar, hóast trygdarlið vóru á varðhaldi, til minningarhald um dagin og mótmælisgongur um kvøldið á Azadi-torginum í miðbýnum í Teheran.

Tey mótmæla bæði niðurskjótingini av ukrainska flogfarinum mikudagin, og at Iran ikki tók ábyrgdina av vanlukkuni fyrr enn nakrar dagar seinni.

Skutu við skørpum

Ein sjónarváttur sigur, at trygdarlið fyrst skutu táragass, men síðan við skørpum fyri at spjaða mannamúgvuna.

 Kvinnan útvegaði eisini upptøkur, sum vístu blóðblettir á gongubreytini. 

 - Eg sá sjey fólk verða skotin. Blóð er allastaðni, segði ein maður á eini aðrari uppøku. 

Á eini aðrari upptøku eru fleiri liggjandi fólk, sum síggja út til at vera særd, teirra millum er ein kvinna. 

 - Teir skutu hana við eini kúlu, sigur ein maður á upptøkuni.

Løgreglan vísir aftur

Løgregluovastin í Teheran sigur í dag, at tað varð ikki skotið við skørpum undir mótmælistiltøkunum í gjár, og at løgreglumenninir høvdu fingið boð um at halda aftur. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tekur undir við mótmælisfólkunum á Twitter.

 - Drepið ikki tykkara mótmælisfólk. Heimurin hyggur at, og USA hyggur at, skrivaði Donald Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860