Nógv koyra buss í Sunda kommunu

Nógv koyra buss í Sunda kommunu
Í fjør var ferðafólkatalið komið upp í 9.213
 
13.01.2020 - 13:55

Bussarnir hjá Sunda kommunu verða nógv brúktir.

Koyringin byrjaði í 2017, og tað árið koyrdu 5.614 fólk við bussunum.

Í fjør var ferðafólkatalið komið upp í 9.213, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Koyrt verður í Sundalagnum. Leiðirnar eru tvær, ein sunnanfyri og ein norðanfyri.

Koyrt verður seinnapartin og um kvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815