Fólkatalið farið upp um 52.000

Fólkatalið farið upp um 52.000
1. desember vóru vit 807 fleiri enn somu tíð í fjør
 
14.01.2020 - 10:21

Fólkatalið í Føroyum er aftur farið upp um 52.000.

1.desember í fjør var fólkatalið 52.067.

Tað eru 807 fólk fleri enn 1.desember í 2018.

Vøksturin kemur av burðaravlopinum, sum er 271, og nettotilflytingin, sum er 536, sigur Hagstovan.

Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð og nettotilflytingin er munurin millum teirra, sum flyta úr Føroyum, og teirra, sum flyta til Føroya.

Fólkatalið fór annars upp um 52.000 1.august í fjør, men so minkaði tað aftur, tá nógv ungfólk fóru av landinum í útbúgving.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065