4.500 hava skoytað í Klaksvík

4.500 hava skoytað í Klaksvík
Í miðal hava 375 fólk skoytað um dagin
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
15.01.2020 - 10:30

Skoytubreytin í Klaksvík er nógv brúkt.

Í miðal hava 375 fólk skoytað um dagin, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Yvir 4.500 fólk hava verið á skoytubreytini, síðani hon varð í nýtslu 7.desember í fjør.

Opin í 14 dagar

Veðrið hevur gjørt, at skoytubreytin bara hevur verið opin í 14 dagar. Og hon letur aftur sunnudagin.

Síðani verður undirlagið undir skoytubreytini gjørt heilt liðugt. 

Skoytubreytin í Havn skuldi lata aftur í dag, men veðrið gjørdi, at hon læt aftur longu í síðstu viku. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334