Gott at eiga partabrøv og lánsbrøv

Gott at eiga partabrøv og lánsbrøv
2019 var eitt avbera gott ár hjá teimum, sum keyptu partabrøv og lánsbrøv, sigur Betri
Tað gevur nógvar pengar at eiga partabrøv og lánsbrøv, sigur Betri.
 
18.01.2020 - 09:28

2019 var eitt avbera gott ár hjá teimum, sum keyptu partabrøv og lánsbrøv.

Heimsins partabrøv kastaðu í miðal okkurt um 29 prosent av sær í fjør. Virkislánsbrøv stóðu seg eisini væl, avkastið var millum fimm og tíggju prosent.

Vit skulu heilt aftur til 2013 fyri at finna eitt so gott ár á partabrævamarknaðunum. 

Tað sigur Markets hjá Betri banka.

Bæði amerikanski tjóðbankin og evropeiski meginbankin lækkaðu leiðandi renturnar í seinna hálvári 2019. 

Hetta gjørdi, at lánsbrævarenturnar lækkaðu enn meira, og íleggjarar flokkaðust um partabrøv.  

Og blíðari tónar í handilskrígnum millum USA og Kina í heyst gjørdu, at partabrævamarknaðirnir settu nýggj met í november og desember 2019.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037