Skuldsettir fyri eldáseting í Sandavági

Skuldsettir fyri eldáseting í Sandavági
Teir fýra dreingirnir játta seg sekar
Eldurin varð sløktur, áðrenn hann breiddi seg
 
20.01.2020 - 14:24

Fýra dreingir eru skuldsettir fyri eldáseting í Sandavági sunnunáttina 12.januar.

Dreingirnir, sum allar eru tannáringar, eru ikki úr Sandavági, men teir eru tó úr Vágum.

Teir játta seg sekar.

Eisini harðskapur

Í hvussu so er ein teirra er eisini skuldsettur fyri harðskap, tí hann royndi at hjálpa einum øðrum dreingi, sum maðurin í húsunum hevði tikið. Talan var um eina sivila handtøku, sigur politiið.

Teir fýra dreingirnir eru skuldsettir fyri at skjóta tvær rakettir, sum festu í eina stóra plantu, ein baraldarrunn, sum stóð við úthurðina.

Fimm fólk, vaksin og børn, svóvu í húsinum, men konan vaknaði, og maðurin fekk sløkt eldin, áðrenn hann breiddi seg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065