Nýtt felag skal bøta um korini hjá børnum

Nýtt felag skal bøta um korini hjá børnum
Eitt nýtt felag, ið verður stovnað í dag, fer at arbeiða fyri, at bøta um korini, hvørs foreldur ikki búgva saman
 
22.01.2020 - 07:26

Í kvøld verður Landsfelagið børn og samvera stovnað. Endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá børnum, hvørs foreldur ikki búgva saman.

Landsfelagið børn og samvera verður systurdeild hjá danska felagnum Landsforeningen Børn og Samvær. Landsforeningen Børn og Samvær tekur støði í barnsins sjónarhorni, sum ikki tekur atlit til mammuna ella pápan.

Varpa ljós á lóggávuna

Landsfelagið børn og samvera fer at arbeiða fyri, at samvera og samskifti hjá børnum við foreldur teirra altíð verður við barnsins tørvi í miðdeplinum. 

Felagið fer eisini at varpa ljós á lóggávu, sum hevur óhepna ávirkan á børnini, og ætlanir eru um at gera eitt netverk fyri útsett børn og foreldur teirra.

Tað siga tey, sum skipa fyri stovnandi aðalfundinum í kvøld klokkan 19 í húsinum hjá Havnar Arbeiðarafelag á Tinghúsvegnum. Foreldur eru vælkomin at hava børn við á fundin, siga tey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136