Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?

Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
Astrið Breckmann, Liljan Wehe og Atli F. Johansen, limir í løgtingsins mentanarnevnd, vera í útvarpsstovuni
 
11.09.2026 - 09:28

PISA-kanningin og vantandi lesiførleikarnar hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum hava sett dám tíðindaflutningin hesa vikuna. 

Lærarar, foreldur og granskarar harmast, og ávara um úrslitið.

Laka úrslitið í Danmark hevur ført til eitt uppskot um at banna fartelefonum í skúlum.

Í Svørríki er PISA-úrslitið blivið eitt av stóru evnunum í valstríðnum.

Landsstýrismaðurin í Føroyum vil stinga fingurin í jørðina. Hann heldur ikki, at vit skulu fara upp at garta.

Men hvat halda tingfólk?

Tað spyrja vit limir í mentanarnevndini. 

Í útvarpsstovuni vera Astrið Breckmann, Liljan Wehe og Atli F. Johansen.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541