Corona: Grønlendingar eru til reiðar

bannari
Corona: Grønlendingar eru til reiðar
Landslæknin í Føroyum hevur fund við Heilsumálaráðið í morgin um coronavirusið
 
28.01.2020 - 11:23

Í Grønlandi eru tey til reiðar, skuldi coronavirusið komið hagar. Sannlíkindini fyri, at Corona kemur til Grønlands eru tó lítil, og vandin fyri, at virusið breiðir seg har, er uppaftur minni.

Men vit eru klár, sigur landslæknaembætið í Grønlandi. Embætið hevur eina ætlan um, hvussu fólk, sum illgruni er um eru smittað, skulu handfarast - eisini, so tey ikki smitta onnur.

Landslæknin hevur millum annað samstarv við Air Greenland um ætlanina at lofta Coronavirusinum, skuldi illgruni verið um, at tað kemur til Grønlands.

Í morgin hevur landslæknin í Føroyum, Lars Fodgaard Møller, fund við Heilsumálaráðið um coronavirusið. Annars fylgir landslæknin boðunum frá danska heilsumálastýrinum um mannagongdir í sambandi við virusið.

Á heimasíðuni hjá Sundhedsstyrelsen, sst.dk, er tilfar um Corona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860