Loyvi krevst at útflyta vápn

Loyvi krevst at útflyta vápn
Uppskot er gjørt um broytingar í vápnalógini
 
30.01.2020 - 09:41

Landsstýrið skal gera reglur um atgongd til føroysku vápnaskránna, so politiið eisini hevur beinleiðis atgongd til hennara.

Uppskot er gjørt um broytingar í vápnalógini.

Endamálið er millum annað at gera greitt, at loyvi krevst til at útflyta vápn, og hvør kann lata slíkt loyvi.

Heilt greið heimild at krevja loyvi til at útflyta vápn skal fáast við lógarbroytingini.

Vápnapass

Løgmansskrivstovan veit til dømis, at tá skjúttar fara uttanlands at kappast við vápni, lættir tað um innflutning í onnur lond, um vísast kann á, at vápnið lógliga er flutt úr Føroyum.

Umhvørvisstovan skal geva útflutningsloyvi til vápn. Kravið fyri at fáa útflutningloyvi er vápnaprógv, sokallað vápnapass. 

Kunngerð skal eisini gerast um, at politiið fær beinleiðis atgongd til vápnaskránna hjá Umhvørvisstovuni.

Vápnalógin er frá 1969, men hon er broytt í 1980 og 2015.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040