Sarah Mahfoud heimsmeistari

Sarah Mahfoud heimsmeistari
Tað gjørdist hon, tá hon í gjár vann dystin móti argentinska heimsmeistaranum, Brenda Carabajal, som varð boksaður á Fredriksberg í Keypmannahavn
 
02.02.2020 - 10:55

Sarah Mahfoud boksaði ein góðan dyst og hevði yvirtakið beinan vegin. Umaftur og umaftur var hon fyrst at sláa, og hetta kom óvart á hjá mótstøðukvinnunni.

Teir tríggir dómararnir vóru ikki í iva, og Sarah Mahfoud vann heimsmeistaraheitið við flest stigum.

- Tað var ómetaliga gott huglag í høllini, og tað gekk væl. Eg eri heimsmeistari, segði Sarah Mahfoud við danska blaðið B.T. eftir dystin.

- Eg havi arbeitt við mínum agressiviteti, og eg skuldi brúka mína vinstru alla tíðina og fanga hana við mínari høgru, segði Sarah Mahfoud.

Heimsmeistarin í fjøðurvekt hjá kvinnum er hálvur føroyingur. Hon er ættað úr Vestmanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065