Vilja hava meira seksualundirvísing

Vilja hava meira seksualundirvísing
Miðnámsskúlanæmingar halda, at serliga praktiski parturin er stuttligur, góður, øðrvísi og læruríkur
Marin í Dali, lækni, hevur saman við øðrum stovnað felagið Kyn, sum hevur til endamáls at menna føroyska seksualundirvísing
 
10.02.2020 - 09:08

Næmingar í miðnámi vilja hava meira seksualundirvísing.

Og Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!, sum skipaðu fyri viku sex í ár, heita á myndugleikarnar um at geva teimum hana.

Fyriskipararnir hava sæð til, at fyrstaárs næmingar í yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hava fingið seksualundirvísing í viku sex í ár.

Stuttligt og øðrvísi

Næmingarnir hildu, at serliga praktiski parturin var stuttligur, góður, øðrvísi og læruríkur. 

Seksualundirvísing í miðnámi nú, var eisini greiða niðurstøðan í viku sex í fjør.

Síðani tá hevur Marin í Dali, lækni, stovnað felagið Kyn saman við Bjørt Lind, sálarfrøðingi og Turið Hermansdóttur, fólkalívsfrøðingi. 

Endamálið hjá felagnum er at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuel evni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846