Steypafinalur í sjónvarpinum

Steypafinalur í sjónvarpinum
Í dag skulu steypavinnararnir í hondbólti finnast.
Mynd: Savnsmynd  
 
14.02.2020 - 19:40

Stóra finaluvikuskiftið í hondbóltinum byrjar við steypafinalunum hjá teimum vaksnu í dag, meðan steypafinalurnar í ungdómsdeildunum verða spældar í morgin. 

Í steypafinaluni hjá kvinnum bresta VÍF og H71 saman. Hjá hoyvíkingum er talan um ein serligan dyst, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnurnar hjá H71 eru í steypfinaluni. Hinvegin er steypafinalan í morgin hin triðja á rað hjá kvinnunum úr Vestmanna. 

Hjá monnunum eru bæði liðini von við gull og steypafinalur. Mest vinnandi steypaliðið hjá monnum, Kyndil, er við fyri triðju ferð á rað, meðan H71 eftir eitt ára steðg aftur er í finaluni. 

Vit vísa báðar steypafinalurnar í sjónvarpinum. 

Klokkan 13.30: VÍF - H71 (kvinnur)

Klokkan 16.00: Kyndil - H71 (menn)

Vit byrja at senda kl. 13.20.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096