Nógv dýrari at ala laks í Noregi

Nógv dýrari at ala laks í Noregi
Prísurin fyri at ala laks er hækkaður 18 milliardir kr. seinastu seks árini, og vinnan hevur eisini stórar trupulleikar av sjúku og lús
 
17.02.2020 - 09:18

Kostnaðurin hjá norsku alivinnuni er hækkaður munandi seinastu árini, hóast nøgdin av alifiski ikki er hækkað nevnivert.

Prísurin fyri at ala laks er hækkaður 18 milliardir krónur seinastu seks árini, sambært eini uppgerð.

Hóast nøgdin av alifiski stórt sæð var tann sama í 2018 sum í 2012, so kostaði tað alarunum 18 milliardir kr. meir at ala laksin, sigur greinarin, Lars Daniel Garshol hjá Kontali, skrivar DN.

Alivinnan í Noregi hevur stórar avbjóðingar av sjúku og lús, og at nógvur laksur sleppur úr ringunum.

Ikki burðardygg

Og nú siga umhvørvismyndugleikarnir, at norska alivinnan er ikki longur burðardygg.

Frá 2012 til 2018 hækkaði kostnaðurin at ala, úr 23,40 upp í 38,40 kr fyri hvørt kilo av laksi, og í fjør nærkaðist kostnaðurin 40 kr fyri kg.

Alarin, Fred Wilsgård á Senja, sigur við DN, at tølini er burturvið, og hann heldur, at økti kostnaðurin kemur av stríðnum ímóti lús og øðrum sjúkum, og so eru krøvini eisini herd munandi.

Hann vísir á, at tað eru ikki so nógv ár síðani, at søluprísurin fyri laks var 35 kr. fyri kg. Nú er kostnaðurin av at ala laksin 40 k.r fyri kg, so gongdin er als ikki nøktandi.

Vinningurin framvegis stórur

At vøksturin í norsku alivinnuni er steðgaður, samstundis sum eftirspurningurin er vaksin, hevur havt við sær, at prísurin er hækkaður munandi, og tí hevur norska laksavinnan framvegis stóran vinning, hóast kostnaðurin er øktur, sigur Fred Wolsgård.

Umhvørvistrupulleikarnir hava havt við sær, at støddin á alda laksinum er lækkað 400 gramm fyri hvønn laks, úr 4,7 niður í 4,3 kg frá 2012 til 2018, og tað gevur norsku alivinnuni seks milliardir kr. minni í inntøku.

Norsku alararnir siga seg ikki merkja stórvegis til lús, fyrr enn fiskurin fer upp um 3 kg, og tí eru útlit til, at laksurin í framtíðini verður tikin fyrr, fyri at sleppa undan lúsini.

Avmarkingar í bæði Noregi, Kili og Kanada hava við sær, at tað neyvan ber til at ala meir í teimum londunum, skrivar DN.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189