Eisini negativ renta í Betri Banka

Eisini negativ renta í Betri Banka
Bústaðarrentan á 1. veðrætti lækkar niður í 2,75 prosent á orkulánum niður í 2,25 prosent
 
20.02.2020 - 11:29

Privatkundar og vinnukundar skulu nú eisini gjalda negativa rentu í Betri Banka.

Privatkundar, sum hava innlán, ið er størri enn 750.000 kr., skulu gjalda 0,75 prosent í rentu. Hetta er kortini ikki galdandi fyri pensjónsuppsparingar og uppsparingar hjá børnum og ungum.

Rentan á ávísum útlánum hækkar upp til 0,5 prosent, og ávísir kostnaðir hækka eisini.

Vinnukundar skulu gjalda 0,75 prosent fyri innlán. Somuleiðis hækka ávísar útlánsrentur upp til 0,5 prosent, og ávís gjøld hjá vinnukundum hækka eisini.

Lág renta og herd krøv orsøkin

Betri Banki sigur, at altjóða rentan og herd lógarkrøv gera, at bankin broytir rentur og kostnaðir. Endamálið er at gera ávís lán meiri kappingarfør og at tillaga raksturin til herdu lógarkrøvini.

Tað verður bíligari at læna pengar til bústað og orkuloysnir, og bankin lækkar bústaðarrentuna á 1. veðrætti niður 2,75 prosent. Rentan á orkulánum lækkar niður 2,25%.

Allar broytingarnar fáa gildi frá 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423