Coronavirusið komið til Danmarkar

bannari
Coronavirusið komið til Danmarkar
Ein maður, sum hevur verið á skíferiu í Norðuritalia, hevur fingið staðfest coronavirusið, siga donsku heilsumyndugleikarnir
Ein dani, sum hevur verið á skíferiu í Norðuritalia, hevur fingið coronavirusið
 
27.02.2020 - 08:01

COVID-19 virusið er komið til Danmarkar. Talan er um eitt starvsfólk á TV2, sum hevur verið á skíferiu í Lombardínum í Norðuritalia, upplýsir heilsu- og eldramálaráðið í tíðindaskrivi, sum DR endurgevur.

Vit taka málið í størsta álvara, og arbeiðið at forða fyri at virusið breiðir seg, er byrjað, sigur Magnus Heunicke, heilsu- og eldramálaráðharri.

Maðurin kom til Danmarkar mánadagin, og hann gjørdist sjúkur í gjár. Hann varð kannaður á universitetssjúkrahúsinum í Roskilde, og har varð staðfest, at talan er um COVID-19 virusið.

Familjan ikki smittað

Maðurin skal vera við hús, og ikki koma í samband við onnur. Konan og sonurin hava ikki fingið virusið.

Vit eru skelkað av tí sum er hent, tí vit hildu tað ikki vera møguligt, skrivar maðurin, Jakob Tage Ramlyng, á Facebook.

Hann og familjan skulu halda seg við hús í tvær vikur. Samstundis tosar stýrið fyri sjúklingatrygd við mannin, fyri at fáa greiðu á, hvørji fólk hann hevur tosað við. Tað verður gjørt, fyri at steðga virusinum at breiða seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873