SEV: Fólk biðin um at arbeiða við hús

bannari
SEV: Fólk biðin um at arbeiða við hús
Á el-verkunum eru broytingar gjørdar í arbeiðsbýti fyri at tryggja elveitingina
SEV leggur dent á at tryggja el-veitingina, hóast coronasmittan ávirkar arbeiðið hjá stovninum
 
12.03.2020 - 13:44

SEV hevur eisini sett ymisk tiltøk í verk í sambandi við corona fyri at verja elveitingina. 

Avgjørt er, at hurðarnar verða læstar, og bara vitjandi, veitarar og onnur, sum hava alneyðug ørindi hjá SEV, fáa atgongd eftir avtalu.

Harumframt eru starvsfólk biðin um, so vítt gjørligt, at arbeiða við hús, og har hetta ikki er ein møguleiki, eitt nú á elverkunum, eru broytingar gjørdar í arbeiðsbýti og vaktarskipanum fyri at tryggja elveitingina.

Av innanhýsis tiltøkum hevur SEV m.a. avlýst alla ferðing og skeiðsvirksemi, kantinurnar eru stongdar, og fundarvirksemið verður avgreitt elektroniskt, skrivar SEV.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334