Ein føroyingur smittaður afturat

bannari
Ein føroyingur smittaður afturat
Nú eru í alt ellivu føroyingar smittaðir av corona-virusinum. Tveir eru smittaðir í Føroyum
 
15.03.2020 - 09:36

Ein føroyingur afturat hevur fingið staðfest corona-virusið.

Tað merkir, at ein afturat teimum 10, sum varð upplýst á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í gjár, er blivin smittaður.

Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.

Sjey av teimum 11 smittaðu eru smittað uttanlands.

Tvey av teimum 11 eru smittað av teimum føroyingum, ið hava fingið smittuna uttanlands. Bæði teirra fingu staðfest smittuna, meðan tey hava verið í sóttarhaldi.

Tað ber - enn - ikki til at siga við vissu, hvussu tey bæði seinastu eru blivin smittað.

Tað eru í alt 122 fólk, sum í løtuni sita í sóttarhaldi.

Tað eru gjørdar í alt 327 kanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213