Vil hava kommunustýri at stroyma fundirnar

Vil hava kommunustýri at stroyma fundirnar
Kommunustýrisfundir kunna haldast við at brúka video ella telefon, men teir fundirnir skulu sendast beinleiðis, sigur umhvørvis- og vinnumálaráðið
Tórshavnar býráð og onnur kommunustýri eru nú biðin um at stroyma fundirnar
 
27.03.2020 - 09:11

Almennu kommunustýrisfundirnir, har øll kunnu koma á fundin, eru nú avmarkaðir, tí mælt verður til, at ikki fleiri enn tíggju fólk koma saman.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum umsitur kommunumál í landsstýrinum, hevur biðið kommunurnar um at stroyma kommunustýrisfundirnar.

Kann kommunan ikki tað, hevur almenningurin rætt at koma á fund.

Men tilmælini um, at ikki ov nógv fólk eru savnað og um neyðuga frástøða millum fólk, skulu haldast. Gott luftskifti er eisini eitt krav.

Sendast beinleiðis

Kommunustýrisfundir kunna haldast við at brúka video ella telefon, men teir fundirnir skulu sendast beinleiðis.

Og einmæld semja skal vera í kommunustýrinum um at brúka video ella telefon. 

Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir eru hjástaddir , men aðrir kommunustýrislimir eru í telefonini ella video, verður hetta at meta sum vanligur fundur. Til slíkan fund krevst ikki eitt einmælt samt kommunustýri.

Í Føroyum eru 201 kommunustýrislimur í teimum 29 kommunustýrunum.

Tey minstu kommunustýrini hava tríggjar limir, og størsta kommunustýrið hevur 13 limir.

Kunnu gera undantak

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið sigur, at tað er ikki í samsvari við kommunustýrislógina at hava kommunustýrisfundir umvegis video ella telefon.

Kommunustýrisfundir eru almennir, og fólk og fjølmiðlar hava rætt til at vera á staðnum fyri at fylgja við arbeiðinum og orðaskiftinum í kommunustýrinum.

Koronasmittan verður kortini mett so mikið álvarsom og serlig, at hon rættvísger, at kommunustýrisfundir í hesum tíðum kunnu haldast umvegis video ella telefon. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115