Spýtti eftir løgreglumanni

Spýtti eftir løgreglumanni
Grundlógaravhoyring er í Føroya rætti í dag um ein tilburð á Skála í gjár
 
11.04.2020 - 10:14

Grundlógaravhoyring verður í Føroya rætti í dag, har ein útlendskur maður er skuldsettur fyri at hava hótt ein annan persón og fyri harðskap móti tænastumanni. 

Tað var seinnapartin í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður hevði hótt við, at hann fór at taka lívið av einum persóni.

Maðurin skal hava borið hóttanina fram fyri einum persóni, um ein triðja persón, sum ikki var hjástaddur.

Av tí, at viðkomandi hevði knív uppi á sær, tá hann bar fram hóttanina, varð mett, at støðan var so mikið álvarsom, at tveir løgreglubilar vórðu sendir á staðið. 

Tá løgreglan kom til bygdina, var neyðugt at leita eftir manninum, ið var farin víðari og gekk millum nøkur hús. 

Tað eydnaðist at finna mannin, ið varð handtikin á staðnum. 

Tá hann varð handtikin, spýtti hann á ein løgreglumann, og verður tí eisini skuldsettur fyri harðskap móti einum tænastamanni. 

Eldur í bingjum
Annars hevur talan verið um eina rættiliga friðarliga nátt hjá løgregluni. 

Boð vóru kortini eftir teimum í gjárkvøldið, tá eldur kyknaði í tvær bingjur, ið stóðu í grótbrotinum í Sandavági. 

Vitni sóu tveir skutarar fara av staðnum, og seinni um kvøldið fekk løgreglan eisini fatur á øðrum av førarunum.

Talan var um ein ungan drong, ið nú er skuldsettur fyri at hava sett eld á bingjurnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
Skratsj 14. oktobur 2026
214778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655