- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES finst at pólsku stjórnini

Nevndin, sum varð stovnað í 2017, er í stóran mun mannað av stjórnarflokkinum Lóg og Rættvísi og nevndin hevur longu verið til verka.
Í mars tóku teir órini frá dómararnum Igor Tuleya, sum hevur verið ógvuliga atfinningarsamur móti flokkinum. Tað merkir, at hann nú kann rættarsøkjast.
Órini varð tikið frá honum, tí hann var ákærdur fyri einaferð at hava latið ein journalist sleppa inn í rættarhølini, hóast hesin ikki hevði galdandi loyvi. Verður hann dømdur sekur fyri brotið, skal dómarin í fongsul.
Forsetaval í Póllandi í mai
Fleiri politikarar í Póllandi, teirra millum fyrrverandi forsetin í ES-ráðnum, Donald Tusk, hava sagt, at heldur Pólland fram við einum politikki, sum víkir so nógv frá ES-reglum, so er vandi fyri, at Pólland ein dag ikki er partur av ES meira.
Stjórnin í Póllandi hevur sagt, at hon fer at nærlesa niðurstøðuna hjá ES-dómstólinum, men at hon samstundis finst at ES fyri at gera seg inn á frælsið hjá einum sjálvstøðugum landi at stýra sær sjálvum.
Forsetaval verður eisini í Póllandí næsta mánað, hóast landið er meint rakt av koronasmittuni. Veljast skal ikki á valstøðum, men við brævatkvøðu. Tað varð staðfest í nýggjari lóg, sum varð samtykt í síðstu viku.
Fleiri kunnu ikki velja
Tað hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við fólkaræðið í valinum, tí ikki øll hava somu møguleikar at velja við brævatkvøðu, og sannlíkt er, at fleiri als ikki hava møguleika at taka lut í valinum.
Tað er ikki bara í Póllandi, at spurningar verða settir við stýringina hjá sitandi stjórnarflokkum í hesum døgum.
Fleiri stúra eisini fyri fólkaræðisligu mannagongdunum í eitt nú Ungarn, har forsætisráðharrin, Viktor Orban, at kalla einsamallur hevur ræðið. Har er lóg samtykt, sum gevur honum heimild at stýra landinum við kunngerðum meðan heilsukreppan stendur á, men lógin hevur onga dagfesting nær hon fer úr gildi.
























