Iran fyrireikað til kríggj í seks mánaðir

Iran fyrireikað til kríggj í seks mánaðir
Trump, forseti, sigur, at kríggið nærkast endanum, men tað skal takast við fyrivarni, heldur danskur viðmerkjari
Abbas Araghchi er iranskur uttanríkisráðharri.
 
01.04.2026 - 14:06

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tvíheldur um, at kríggið í Iran er liðugt um einar tvær vikur. Men iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, hevur aðra hugsan.

Hann sigur í samrøðu á Al Jazeera, at Iran er fyrireikað til kríggj í í minsta lagi seks mánaðir.

- Tað sakar okkum ikki, hvørja tíðarfreist fíggindar okkara seta sær. Men vit mæla til, at teir gevast við krígnum fullkomiliga og endaligt, áðrenn teir eru fyri størri skaða, sigur Araghchi.

Hann leggur aftrat, at Iran hevur onga tíðarfreist fyri at verja seg sjálvt. 

- Vit verja land okkara og fólk í tann mun, tað er neyðugt, og við øllum neyðugum amboðunum, sigur iranski uttanríkisráðharrin.

- Boðini frá Trump um, at kríggið í Iran skjótt endar, skulu takast við fyrivarni, sigur Torsten Jansen, viðmerkjari hjá danska TV2 í amerikanskum málum:

 

01042026_Torsten_

 


(Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix)


Umhugsar Nato

Amerikanski forsetin Donald Trump sigur í samrøðu við The Telegraph, at hann av álvara umhugsar at taka USA úr Nato, eftir at sameind ikki hava stuðlað USA hernaðarliga í krígnum móti Iran.

Hann lýsir Nato-samgonguna sum ein pappírstikara, - sum merkir, at Nato einki hevur uppá seg, og sigur, at hann í longri tíð hevur ivast í trúvirðinum hjá Nato.

- Eg havi ongantíð verður sannførdur um Nato. Eg havi altíð vitað, at tað er ein pappírstikari, og tað veit Putin eisini, sigur amerikanski forsetin.

Trump hevur boðað frá, at hann kemur við týdningarmiklari almennari dagføring klokkan tvey í nátt okkara tíð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595