Jákup Sverri Kass úr flogvallarnevnd

Jákup Sverri Kass úr flogvallarnevnd
Grønlandska sjálvstýrið ger nú broytingar í nevndini fyri Kalaallit Airports, ið ger nýggju flogvøllirnar í Nuuk, Ilulissat and Qaqortoq
Jákup Sverri Kass, ið var stjóri í Vága floghavn, er farin úr nevndini fyri Kalaallit Airports, ið skal gera tríggjar nýggjar flogvøllir í Grønlandi
Mynd: Savnsmynd  
 
15.04.2020 - 08:48

Ætlanin er at skifta tveir nevndarlimir út. Fyrrverandi føroyska flogvallarstjóran, Jákup Sverra Kass, og varastjóran í Royal Arctic Line, Aviâja Lyberth Lennert.

Í teirra stað ætlar sjálvstýrið millum annað at seta Niels Thomsen, fyrrverandi formann fyri Demokratarnar. Avgerðin hevur vakt ans í Grønlandi, og grønlandska blaðið Sermitsiaq skrivar, at talan er um eina politiska avgerð. 

Sambært blaðnum verður Niels Thomsen løntur fyri at hava stuðlað Kim Kielsen, grønlendska landsstýrisformannin, í ætlanini at byggja flogvallirnar, tá politiskt rumbul var um ætlanina.

Broytingarnar samtyktar fyrst í apríl

Niels Thomsen var ein av stóru vinnarunum seinasta val, og hann var avgerandi fyri, at Demokratarnir fóru í samgongu við Siumut, so Kim Kielsen kundi halda fram, sum landsstýrisformaður.

Samstundis kemur broytingin í kjalarvørrinum av, at grønlendska landsstýrið hevur gjørt broytingar í nevndunum í Visit Greenland og felagnum Illuut A/S.

Sambært Sermitsiaq varð tað longu avgjørt 2. apríl, at gera broytingar í øllum trimum nevndum í ótíð. Broytingarnar í Visit Greenland og Illuut A/S, sum grønlendska landsstýrið eigur, vórðu framdar sama dag. 

Aðalfundur verður 24. apríl

Maliina Abelsen, fyrrverandi forkvinna í Visit Greenland og fyrrverandi tinglimur fyri IA, upplýsir fyri Sermitsiaq, at hon hevur fingið at vita, at talan er um eina politiska avgerð. 

Tað bar kortini ikki til at gera líka skjótt av í Kalaallit Airports, har danski staturin eisini eigur í felagnum, og harvið skal góðtaka broytingar í nevndunum.

Aðalfundur í felagnum verður 24. apríl. Hinir báðir limirnir í nevdini eru Jóhannus Egholm Hansen, formaður, og Finn Gaarsmand, nevndarlimur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096