USA steðgar útgjaldi til WHO

USA steðgar útgjaldi til WHO
Forsetin í USA, Donald Trump, steðgar amerikansku fíggingini av World Health Organization
USA steðgar nú gjaldinum til WHO, segði Donald Trump á tíðindafundi í nátt
Mynd: Savnsmynd  
 
15.04.2020 - 09:37

Tað segði hann á tíðindafundi í nátt okkara tíð, skrivar Danmarks Radio. Trump segði, at hann hevur givið umsitingini boð um at steðga gjaldingunum - í øllum førum fyribils.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, stúrir fyri, at amerikanska gávublídnið er vorðið misnýtt undir koronakreppuni, sum hann orðar seg.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video: Her boðar Trump frá, at gjaldið til WHO steðgar

Trump hevur fleiri ferðir síðstu vikurnar funnist at WHO. Millum annað heldur hann, at Heimsheilsustovnurin skuldi havt lýst virusið sum eina heimsfarsótt fyrr, enn WHO gjørdi.

Donald Trump heldur eisini, at WHO hevur verið í parti við Kina, og hevur borið fram "rangar upplýsingar" úr Kina um virusið, sum hevur gjørt, at útbrotið varð størri enn tað kundi havt verið.

WHO er undir ST, og USA er størsti einstaki fíggjarin. Í fjør rindaði USA 2,7 milliardir til WHO. Trump segði í nátt, at hann nú fer at hyggja nærri at, hvat peningurin í staðin skal nýtast til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634