Oljustuldur: Ein fráboðan afturat

Oljustuldur: Ein fráboðan afturat
Løgreglan hevur nú fingið tríggjar fráboðanir um oljustuldur í Norðurøkinum í Føroyum
Løgreglan hevur seinasta samdøgrið fingið tríggjar fráboðanir um oljustuldur í Norðurøkinum
 
18.04.2020 - 16:08

Løgreglan hevur fingið eina fráboðan afturat um oljustuldur. Sostatt hevur løgreglan seinasta samdøgrið fingið tríggjar fráboðanir um oljustuldur í Norðurøkinum.

Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir frá fólki, sum hvør í sínum lag boðaðu frá, at olja varð stolin úr oljutangunum á tveimum ymiskum støðum.

Í dag hevur løgreglan so fingið enn eina fráboðan um oljustuldur, og eisini í hesum førinum er talan um oljustuldur, sum er farin fram í Norðurøkinum.

 >> SÍ EISINI Fleiri fráboðanir um oljustuldur

Í fyrru fráboðanini í gjár vórðu 750 litrar av olju stolnir úr einum tanga á einum arbeiðsplássi á Borðoyarvík einaferð í tíðarskeiðnum frá 23. mars - 8. apríl, tá fólk ikki hava verið á arbeiðsplássinum.

Í hinum førinum í gjár vórðu umleið 700 litrar av olju stolnir úr einum jørðtanga hjá einum húsarhaldi - eisini í Norðurøkinum. Heingilásið, sum var á tanganum, var brotið, og oljan tikin upp úr.

Í málinum, sum er fráboðað løgregluni í dag, verður mett, at 300-400 litrar av olju eru stolnir, somuleiðis í Norðurøkinum. Løgreglan vil tó ikki siga, hvar í økinum teir tríggir tilburðirnir av oljustuldri eru farnir fram.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815