Landið tekur stórt lán

Landið tekur stórt lán
Skal læna 1,6 milliardir krónur fyri at standa móti koronu
Landið skal læna 1,6 milliard krónur í ótíð
 
23.04.2020 - 12:47

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um loyvi til at taka 1,6 milliardir krónur í láni nú. Uppskotið er farið í løgtingið, men tað er ikki lagt fram enn.

1,6 milliard byggir á miðalafturgongdina í búskapinum, sum kann standast av koronu, ein sonevnd U afturgongd, tað er, at búskapurin verður í botni eina tíð, áðrenn hann fer uppaftur.

Tá er roknað við, at landskassahallið í ár verður ein milliard og 500 til 600 milliónir næsta ár.

Landið skal eisini endurfíggja eitt lán í juni. Tað er 1,3 milliardir krónur. Men loyvi er fingið at læna pengar til ta endurfíggingina.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290