SEV: Grøna orkan minkaði í fjør

SEV: Grøna orkan minkaði í fjør
Eftirspurningurin eftir streymi vaks nærum tíggju prosent í fjør
2019 var turrasta árið í fimm ár, og minni vindur var eisini í fjør
 
28.04.2020 - 10:03

Grøna orkan hjá SEV minkaði góð níggju prosent í fjør sammett við 2018. 2019 var turrasta árið í fimm ár, og minni vindur var eisini í fjør. 

Kortini var grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80 prosent í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn, upplýsir SEV.

Eftirspurningurin eftir streymi vaks í fjør. Hann vaks næstan tiggju prosent. SEV brúkti 144 milliónir krónur til olju í fjør.

Hetta er 38 milliónir krónur meira enn í 2018 og næstan 60 milliónir krónur meira enn í 2017. SEV hevði 62 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652