Børn í Fraklandi fáa útgongubann

Børn í Fraklandi fáa útgongubann
Orsøkin er harðskapur, sum hevur samband við rúsevnishandil, men í býum, har útgongubann longu er, sæst lítil og eingin broyting
Útgongubann fyri børn hevur verið í gildi í býnum Beziers síðani í fjør, men kortini heldur harðskapurin fram. (Savnsmynd)
 
22.07.2025 - 15:31

Franskir býir seta nú útgongubann fyri børn. 

Hetta hendir eftir eina røð av harðskapsmálum, sum hava samband við rúsevnishandil.

Í býnum Nîmes í Suðurfraklandi sleppa børn undir 16 ár ikki út millum kl. 21 á kvøld og seks á morgni.

Borgarstjórin kallar støðuna har "óhaldføra" og sigur, at rúsevnisumhvørvið í býnum hevur stúran og ótryggleika við sær.

 

Harðskapurin heldur fram

Spurningurin er tó, um tað at banna børnum og ungum at vera úti um kvøldið og náttina fer at broyta nakað. 

Tí í býnum Béziers hevur útgongubann fyri børn verið galdandi síðani í fjør, men kortini heldur harðskapurin fram. 

Eisini býurin Limoges hevur sett líknandi tiltøk í verk í summar, men borgarstjórin har sigur, at bannið hevur havt lítla ávirkan.

Sambært franska innanríkisráðnum doyðu 110 fólk í fjør í harðskapi, sum hevði samband við rúsevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597