Jóan Jakku Guttesen var egin til tað síðsta

Jóan Jakku Guttesen var egin til tað síðsta
"Tú vart ongantíð í iva, hvør Jóan Jakku Guttesen var tónleikaliga. Hann var egin. Tað heldur Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur
Bjarni Árting Rubeksen
22.07.2025 - 20:50

1. mars spældi Jóan Jakku Guttesen, saman við Føroya Symfoniorkestri, fyrstu konsertina nakrantíð í nýggju stórhøllini við Tjarnir í Hoyvíkshaganum frammanfyri 3000 fólkum. 

Stórfingna konsertin gjørdist samstundist ein tann síðsta hjá einum av stovnarunum av kenda bólkinum Tinganest. 

Sunnudagin andaðist Jóan Jakku Guttensen, 76 ára gamal, eftir stutta sjúkralegu. 

Harvið hevur ein av upphavsmonnum til Vágasound válað heim eftir niðara vegi í Sørvági fyri seinastu ferð. 

 

Sorgblítt

Knút Háberg Eysturstein, tónleikaførðingur og Phd-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, heldur, at tað er sorgblítt at noyðast at staðfesta, at vit ongantíð aftur sleppa at síggja og hoyra Jóan Jakku Guttensen á palli. 

"Jóan Jakku Guttesen var egin til tað síðsta. Tú vart ongantíð í iva, hvør Jóan Jakku Guttesen var tónleikaliga."

Jóan Jakku Guttesen hevur myndað føroyska tónleikin í ein mansaldur. Sangir sum "Upp á tá", "Vágagellan", "Annan sang", Síðsti dansur" og nógvir aðrir eru allir vorðnir fólkaogn. 

 

Berligt stílmedvit

Í stíli er tónleikurin okkurt slag av fólkapoppi, men ljómurin er serstakur. Vágasound, hevur tað verið kallað.

"Ljóðið liggur í dialektini, ið sungið verður á, men eisini í tónleikinum, sum bæði er altjóða, staðbundin og bygdasligu um eina leið," heldur Knút Háberg Eysturstein

Hóast ljóðmyndin kann tykjast berlig, men undir øllum bylgist stórt nærlagni, stílmedvit og veingjað poetiskt flog. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345