14,7% eru nú arbeiðsleys í USA

14,7% eru nú arbeiðsleys í USA
Seinastu vikurnar hava alsamt fleiri fólk mist arbeiðið í USA orsakað av koronasmittuni, og arbeiðsloysið er nú methøgt
 
08.05.2020 - 16:41

20,5 milliónir hava mist arbeiðið í apríl mánaði orsakað av koronasmittuni, og arbeiðsloysið er nú 14,7%.

Arbeiðsloysið hevur ikki verið so høgt í USA síðani 1930ini. Tað skrivar BBC. 

Fyri bert tveimum mánaðum síðani, var arbeiðsloysið 3,5%, tað lægsta í 50 ár. 

- Búskapurin steðgaði upp, tí vit vildu basa koronasmittuni. Tað førir við sær, at vit hava methøgt arbeiðsloysi, sigur Erica Groshen, búskaparfrøðingur í USA við BBC. 

Búskaparlig afturgongd er í øllum pørtum av búskapinum. 7,7 mió. starvsfólk í ferðavinnuni hava mist arbeiðið, 2,2 mió. starvsfólk í útbúgvingarskipanum og heilsuskipanum hava mist arbeiðið, og 2,1 mió handilsfólk eru arbeiðsleys. 

Tey flestu, sum hava mist arbeiðið, verða lýst sum fyribils arbeiðsleys, eini 18 mió. Men búskaparfrøðingar ávara móti langtíðararbeiðsloysi, um lond halda fram við at vera stongd. Harafturat mugu broytingar væntandi gerast í teimum flestu vinnugreinunum, sum hava við sær, at tørvur er á færri starvsfólkum. 

- Hóast fleiri fólk bert eru fyribils arbeiðsleys, er stórur vandi fyri, at støðan verður varandi, tí fyritøkur kanska ikki yvirliva ella mugu umleggja sítt virksemi somikið, at tørvur ikki er á øllum starvsfólkunum longur, sigur Erica Groshen. 

Tøl hjá "US Bureau of labor statistics" vísa, at í síðstu viku søktu 3,2 mió. amerikanarar afturat um arbeiðsloysisstuðul. Tilsamans eru fleiri enn 33 mió. fólk, um seinastu seks vikurnar hava søkt arbeiðsloysisstuðul. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435