Triði hjálparpakkin í tingið í næstu viku

Triði hjálparpakkin í tingið í næstu viku
Hesin hjálparpakkin er ætlaður ferðavinnuni, sigur løgmaður í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu
Hjálparpakki trý er ætlaður ferðavinnuni, sigur løgmaður
 
27.05.2020 - 09:41

Hjálparpakki trý kemur í løgtingið í næstu viku.

Hann verður tó almannakunngjørdur longu í hesi vikuni.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi løgmann um hjálp til ferðavinnuna og, hvussu arbeiðsloysi skal fyribyrgjast.

Hjálparpakki trý er ætlaður ferðavinnuni.

Um arbeiðsloysið sigur løgmaður, at um helvtin teirra, sum eru í lønarískoyisskipanini hjá Als, fara í arbeiðsloysisskipanina, verður arbeiðsloysið í Føroyum seks prosent.

Tann 12. mars vóru knappliga 300 fólk í arbeiðsloyisskipanini. Í dag eru tey 432.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860