Joe Biden vann allar statirnar

Joe Biden vann allar statirnar
Uppstllingarval vóru í sjey statum í gjár
Joe Biden verður helst forsetavalevnið hjá demokratunum
 
03.06.2020 - 09:50

Joe Biden, sum helst verður valevni hjá demokratunum til amerikanska forsetavalið í heyst, vann í øllum sjey statunum, har uppstillingarval vóru í gjár.

Biden vann fyrst í Indiana, áðrenn hann tryggjaði sær sigurin í Pennsylvania, Maryland, Rhode Island, South Dakota, New Mexico og Montana. 

Uppstillingarval var eisini í District of Columbia í gjár, men har er valúrslitið ikki greitt enn.

Biden hevur nú 1885 valfólk, vísir uppteljing, sum NBC News hevur gjørt. Fyri at tryggja sær tilnevningina hjá demokratunum skal hann hava 1991 valfólk.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tryggjaði sær sigurin í undanvalinum hjá republikanarunum í Indiana, Rhode Island, Maryland, New Mexico, Montana og Pennsylvania.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860