Aftur í uppskoti at fáa Reumert-virðisløn

Aftur í uppskoti at fáa Reumert-virðisløn
Olaf Johannessen fekk hesa virðislønina bæði í 2015 og 2016
Tað er í flokkinum Ársins mannligi høvuðsleikari, at Olaf Johannessen og Jens Albinus eru í uppskoti saman at fáa virðislønina
 
04.06.2020 - 14:24

Sjónleikarin, Olaf Johannessen, er aftur í uppskoti at fáa Reumert-virðislønina.

Talan er um mest viðurkendu virðisløn, ið verður latin fyri palllist í Danmark.

Merkisvert er, at Olaf Johannessen er í uppskoti saman við Jens Albinus fyri leiklutirnar sum tvíburar í eini skaldsøgu eftir Agota Kritof. Hesin leikur varð pallsettur í Husets Teater.

Tað er í flokkinum Ársins mannligi høvuðsleikari, at Olaf Johannessen og Jens Albinus eru í uppskoti saman. Hinir báðir, sum eisini eru í uppskoti í sama flokki, tó hvør sær, eru Jacob Madsen Kvols og Ulver Skuli Abildgård.

Vunnið tvær ferðir fyrr

Í 2015 og 2016 vann Olaf Johannesen somu virðisløn, hann nú er í uppskoti at vinna, og í 2018 vann hann Heiðursvirðislønina hjá Reumert.

Tey, sum eru í dómsnevndini, eru 12 fakfólk og ummælarar. 

Reumert-virðislønirnar verða latnar 21. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763