Sí tølini: Útflutningurin minkar

Sí tølini: Útflutningurin minkar
Føroyski útflutningurin av fiski er minkaður undir korona.
 
12.06.2020 - 11:17

Føroyar útfluttu fisk fyri 869 milliónir krónur í januar í ár, og útflutningurin minkaði niður í 465 milliónir krónur í apríl, vísa tøl frá Hagstovuni.

   Jan.  Febr.  Mars  Apr.
 Øll lond      869.559,2  725.337,1  700.126,0  465.868,6

Sammett við árið í fjør, er afturgongdin serliga stór í apríl. Føroyar útfluttu fisk fyri 696 milliónir krónur í apríl í fjør.

Koronasmittan fór at breiða seg í Evropa í februar, og fleiri lond settu tiltøk í verk í mars.

Vinnuhúsið skrivar á heimasíðuni, at eftirspurningin og harvið útflutningin av føroyskum, feskum hvítfiski og saltfiski, er serliga ávirkaður av, at matstovur úti í heimi hava stongt.

Orsøkin til minkaða eftirspurningin er kortini ikki bara korona. Føroyski fiskurin hevur verið serliga rak seinastu tíðina, og tað hevur helst eisini ávirkað eftirspuringin, sigur Bogi Nielsen, stjóri í Faroe Ship, við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Útflutningurin til Bretlands hevur verið nakað ójavnur fyrstu mánaðirnar í ár.

   Jan.  Febr.  Mars  Apr.
 Bretland  90.644,3  53.998,5  90.260,4  52.036,2

Útflutningurin til Russlands og USA er hinvegin minkaður støðugt seinastu mánaðirnar.

   Jan.  Febr.  Mars  Apr.
 Russland   203.306,2  189.273,5  159.727,3  63.785.8
 USA  109.535,1  72.276,8  55.622,6  39.967,3

Útflutningurin til Kina minkaði í stórum í februar, men tók spakuliga dik á seg aftur í mars og apríl.

   Jan.  Febr.  Mars  Apr.
 Kina          55.586,8  6.145,3  12.158,3  31.637,2

Útflutningurin til Danmarkar, Spania, Frakland og Týskland hevur hinvegin verið nakað ójavnur higartil í ár.

   Jan.  Febr.  Mars  Apr.
 Danmark  42.579,5  64.102,3  73.140,7  41.374,7
 Spania  48.899,5  36.686,2  39.395,8  34.937,6
 Frakland  16.984,8  28.018,2  25.132,9  26.831,3
 Týskland  23.129,2  60.771,5  32.934,8  35.139,4
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364