ALS-stýrið vil ikki leingja ískoytisskipanina

ALS-stýrið vil ikki leingja ískoytisskipanina
Mælt verður í staðin til at seta aðrar skipanir í verk, sum ALS kann umsita
ALS er til reiðar at umsita aðrar skipanir, men ískoytisskipanin eigur ikki at halda fram, sigur stýrið
 
18.06.2020 - 13:26

Støðan í samfelagnum verður ikki tann sama eftir 30. juni, sum hon var í mars, tá tíðaravmarkaða covid-19-stuðulsskipanin varð sett í verk, og tí eigur hon ikki at verða longd til 31. august, sum ætlanin er.

Tað sigur stýrið fyri ALS í viðmerkingum til ætlanina um at heimila landsstýrismanninum í kunngerð at leingja skipanina,  og áseta reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum.

Stýrið fyri ALS heldur, at tað var rætt at seta skipanina á stovn í mars, tí støðan var ótrygg av koronavirusinum. Men stýrið heldur ikki, at samfelagið er í somu kreppustøðu tann 30. juni, og tí eigur skipanin ikki at verða longd.

Niðurstøðan er, at fleiri fólk enn neyðugt verða hildin føst í serligu lønarískoytisskipanini, har starvsfólk eru í starvi hjá einum arbeiðsgevara, sum ikki hevur arbeiði til teirra.

Av somu orsøk eru tey ikki tøk hjá øðrum arbeiðsgevarum, sum hava brúk fyri arbeiðsmegi, sigur stýrið.

Tað fekk Vinnunevndin hjá løgtinginum at vita frá stýrinum í ALS í gjár, nú Vinnunevndin viðger uppskotið.

Kunnu umsita aðrar skipanir

Arbeiðsloysisskipanin vísir kortini ikki aftur at umsita eina stuðulsskipan eftir 30. juni, um landsstýrið vil tað, men tað er treytað av, at ein slík skipan er einfaldari at umsita enn verandi koronuskipan, og at hon ikki krevur ov stóra orku at umsita, men kann fremjast á ein einfaldari og talgildari hátt.

Stýrið heldur, at frægasta loysnin hevði verið ein refusiónsskipan, sum endurrindar arbeiðsgevarum tann partin av lønini, sum sambært lóg gevur rætt til stuðul. Ein slík skipan kann eins væl umsitast av landinum sjálvum, t.d. Taks.

Ein onnur loysn er, at ALS rindar fólki eina fasta upphædd, eftir sama leisti, sum ALS í dag rindar arbeiðsloysisstuðul, uttan møguleika fyri mótrokning av aðrari inntøku.

Ein triðja loysn kann vera at brúka vanligu arbeiðsloysisskipanina sum leist, sum hevur við sær, at ALS skrásetur eina ávísa lógásetta upphædd, sum so kann verða skerd við øðrum inntøkum, men við teirri treyt, at tey, sum hava rætt til lønarendurgjald, sjálvi fara inn á sjálvgreiðsluna hjá ALS at upplýsa aðra møguliga inntøku, tey hava havt í útgjaldsskeiðnum, og sum skal mótroknast í lønarendurgjaldinum.

Uttan mun til, hvør loysn verður  vald, so er tað sera umráðandi, at tað er púra greitt, hvørji fólk verða fevnd av eini slíkari skipan.

Mugu líta á upplýsingarnar

Tað ber ikki til hjá ALS at meta um, hvørt persónur er fevndur av skipanini ella ikki. Tað má eitt nú arbeiðsgevarin gera, og tá er tað avgerandi, at ALS kann líta á, at upplýsingarnar frá arbeiðsgevara eru eftirfarandi og álítandi.

ALS hevur ikki møguleika fyri at eftirkanna, um upplýsingarnir frá arbeiðsgevaranum eru eftirfarandi, og tí má rættleikin av hesum upplýsingum váttast av øðrum myndugleika.

Tað er eisini umráðandi, at tað er púra greitt, hvørjar fyritøkur eru fevndar av hesi skipanini, sigur stýrið fyri ALS m.a. í skrivinum til løgtingið.

Tá ið tørvurin á stuðli var størstur, var talið av fólki, sum fingu lønarískoyti úr ALS-grunninum, oman fyri 4.300 fólk. 

Seinastu vikurnar hevur talið verið støðugt lækkandi og nú eru um 1600 fólk í skipanini.


    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887