5.000 amerikanskir hermenn aftrat til Póllands

5.000 amerikanskir hermenn aftrat til Póllands
Trump, forseti, sigur, at hann tekur hetta stigið fyri at fagna pólska forsetanum, Karol Nawrocki
Donald Trump, forseti, sigur, at hann hevur avgjørt at senda fleiri hermenn til Póllands fyri at fagna forsetanum í Póllandi, Karol Nawrocki.
 
22.05.2026 - 10:07

USA fer nú at senda 5.000 hermenn aftrat til Póllands. 

Tað skrivar Donald Trump á Truth Social.

- Í sambandi við góða valið av forsetanum í Póllandi, Karol Nawrocki, sum eg eri errin av at stuðla, eri eg fegin um at boða frá, at USA fer at senda 5.000 hermenn aftrat til Póllands, skrivar Trump.

Karol Nawrocki varð annars valdur til forseta í fjør.

Nú í morgun takkar hann á X Trump fyri avgerðina um at senda fleiri hermenn til Póllands. Hann takkar eisini fyri samstarv, virðing og felags trygd.

Fyrr í mánaðinum skrivaði Trump, at hann fer at taka fleiri enn 5.000 hermenn heim úr Týsklandi. Um talan er um somu hermenn, ið nú skulu sendast til Pólland, er ógreitt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136