Borgarstjórin: Bústaðir eiga at fara upp í verkætlan um leiguíbúðir

Borgarstjórin: Bústaðir eiga at fara upp í verkætlan um leiguíbúðir
Húsavarðartænastan hevur samráðingar við íleggjarar um verkætlanina við Villingardalsvegin í Havn, har fleiri enn 100 leiguíbúðir skulu byggjast
Elsa Berg er borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
 
20.05.2026 - 09:32

- Ein fantastiskur møguleiki at fáa nógvar leiguíbúðir afturat í høvuðsstaðnum eftir stuttari tíð.

Tað sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum hevur selt Húsavarðatænastuni eitt stórt grundøki við Villingardalsvegin í Havn.

Borgarstjórin heitir í sama viðfangi á almenna Bústaðir um at brúka sína lániheimild til at keypa seg inn í verkætlanina.

Húavarðartænastan er í løtuni í samráðingum við íleggjarar um verkætlanina, sum umfatar millum 110 og 140 leiguíbúðir.

Íleggjararnir skulu keypa íbúðirnar og síðani leiga tær út. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20052026_Elsa_Berg

 

Sí eisini: Fleiri enn 100 leiguíbúðir við Villingardalsvegin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101