SAS sigur 560 flogskiparum úr starvi

bannari
SAS sigur 560 flogskiparum úr starvi
Skandinaviska flogfelagið er meint rakt av koronukreppuni. Hetta rakar nú eisini flogskipararnar
SAS-flogfør í Gerdermoen Oslo. Nú eru 560 flogskiparar hjá flogfelagnum sagdir úr starvi
 
26.06.2020 - 10:02

Skandinaviska flogfelagið, SAS, hevur sagt 560 flogskiparum i Noregi, Danmark og Svøríki, úr starvi. Hetta er liður í spariætlanini hjá flogfelagum, skrivar svenska kringvarpið, SVT.

SAS boðaði í apríl frá, at 5.000 starvsfólk verða søgd úr starvi, tað er næstan helmingurin av øllum starvsfólkahópinum. Talan er um 1.300 í Noregi, 1.900 í Svøríki og 1.700 í Danmark.

Fyrr í hesum mánaðinum vórðu 350 flogternur hjá flogfelagnum sagdar úr starvi, og nú standa 560 flogskiparar fyri tørni, skrivar SVT.

Flúgvingin minkað við 98 prosentum

Orsøkin er, at flogfelagið er meint rakt av koronukreppuni. Millum annað minkaði talið av fráferðum frá svenskum flogvøllum í mai við 98 prosentum, samanborið við mai í fjør.

Svenska felagið fyri flogskiparar sigur, at SAS leypir framav í sínum uppsagnum, uttan at kanna aðrar loysnir. Felagið vísir millum annað á, at støðan kann verða broytt, tá uppsagnartíðin hjá flogskiparunum endar.

– Fleiri flogskiparar hava langa uppsagnartíð. Hvussu kann SAS vita, hvussu støðan verður um hálvt ár, tá flogskipararnir fara úr felagnum, spyr leiðarin fyri felagnum hjá flogskiparum, Martin Lindgren, sambært SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162