Annað byggistig fer nú í gongd

Annað byggistig fer nú í gongd
Kostnaðurin fyri annað byggistig á Skúlanum á Giljanesi er mettur at vera 39,2 milliónir krónur
 
29.06.2020 - 11:57

Annað byggistig av skúlanum á Giljanesi verður nú sett í gongd. Tað hevur Vága kommuna samtykt á býráðsfundi seinasta mánakvøld.

Bygginevndin heldur ikki tað er fíggjarligt rásarúm í løtuni at byggja annað byggistig í einum, har byggikostnaðurin við øllum kann koma uppá 70 milliónir krónur.

Avgjørt er tí at deila annað byggistig í tvey, soleiðis at triðja byggistig verður gjørt seinni. 

Gamli parturin rívast niður

Hetta merkir, at felagsøkið, kullan, smíðstova, jarnsmíðstova og tríggjar skúlastovur ikki vera gjørdar, men tað ávirkar tó ikki skúlagongdina hjá næmingunum á skúlaøkinum, skrivar Vága kommuna.

Annað byggistig er mett at kosta 39,2 milliónir krónur. Í august verður parturin, sum er eftir av gamla skúlanum á Giljanesi, rivin niður, so klárt er at fara í gongd við arbeiðið.

Vera fíggjarligu vánirnar betur í byggitíðini, mælir bygginevndin til at projektera triðja byggistig eisini, skrivar Vága kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040