Broytt reglurnar fyri ólavsøkustuðli

bannari
Broytt reglurnar fyri ólavsøkustuðli
Eftir boðum frá Kommunala Eftirlitinum hevur Tórshavnar Kommuna nú broytt reglurnar fyri ólavsøkustuðli
Borgarstjórin í Havn varð noydd at broyta reglurnar fyri ólavsøkustuðli eftir boðum frá Kommunala Eftirlitinum
 
05.07.2020 - 11:25

Kommunala Eftirlitið hevur heitt á Tórshavnar Kommunu um at broyta reglugerðina fyri ólavsøkustuðli fyri at tryggja sær, at pengarnir ikki fara sum stuðul til einstaklingar.

Tórshavnar Býrað samtykti herfyri, at tað í ár skal latast ein serligur ólavsøkustuðul til eigarafeløg og grannaløg upp á tíggju túsund krónur. Í farnu viku sendi kommunan út eitt kunningarskriv við eini reglugerð, har tað varð boðað frá, at eigarafeløg og grannaløg kundu nýta peningin til eitt nú at keypa benkur, grillir, perur og undirhald fyri. Hvør skuldi eiga lutirnar, tá ólavsøkan var liðug, var ógreitt.

Men nú er greitt, at grannaløg kortini ikki sleppa at keypa grillir, benkur, ljósperur, hátalarar og annað fyri tær tíggju túsund krónurnar, sum tey hava møguleika fyri at fáa í ólavsøkustuðli. Kommunan hevur nevniliga eftir boðum frá Kommunala Eftirlitinum broytt reglugerðina soleiðis, at peningurin einans kann nýtast til at leiga ymiska útgerð og undirhald fyri.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu sæst, at fleiri grannaløg longu hava søkt um ólavsøkustuðul, og í fleiri førum er talan um rættiliga smá grannaløg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120