8.200 tons til ískoytiskvotur

8.200 tons til ískoytiskvotur
Nú ber til at søkja um makrel og sild til vinnuligar royndir og verkætlanir - og sum ískoytiskvotur
Tilsøgn kann latast um kvotur í fimm ár, men fiskiloyvi verður tó bara latið í eitt ár í senn
 
13.07.2020 - 08:14

Tøka nøgdin til vinnuligar royndir og verkætlanir er 4.260 tons av makreli og 8.095 tons av norðhavssild.

Til ískoytiskvotur eru 2.840 tons av makreli og 5.397 tons av norðhavssild. Tilsøgn kann latast um kvotur í fimm ár, men fiskiloyvi verður tó bara latið í eitt ár í senn.

Freistin at søkja um makrel og sild til vinnuligar royndir og verkætlanir og sum ískoytiskvotur er til mánadagin 10. august á middegi.

Ískoytiskvotan skal bøta um raksturin

Tey, sum søkja um ískoytiskvotu, skulu prógva, at kvotan veruliga kann bøta um raksturin hjá skipinum, sum skal fiska kvotuna.

Tað er ikki ein avgjørd treyt fyri at fáa ískoytiskvotu, at fiskifarið, sum søkt verður um ískoytiskvotu til, hevur veiðiloyvi.

Kvotur, sum verða latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, skulu menna og nýskapa tøkni og mannagongdir og virðisøkja fiskin. Fiskurin kann virkast umborð ella í landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391