Eingin avgerð um Huawei

Eingin avgerð um Huawei
Nema hevur ikki tikið nakra avgerð um kinesisku fjarskiftisfyritøkuna, Huawei, hóast Føroya Tele hevur
Føroya Tele hevur vrakað Huawei sum 5G-veitara. Fyritøkan, Nema, hevur ikki tikið avgerð enn
 
14.07.2020 - 13:12

Hóast Huawei neyvan verður veitari hjá Føroya Tele, tá 5G-netið hjá felagnum skal gerast, so hevur hin telefyritøkan, Nema, ikki tikið nakra avgerð um Huawei enn.

Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, segði við Dag og Viku fríggjakvøldið, at torført er at velja Huawei, tí Huawei er forboðið í Bretlandi, og Føroya Tele hevur virksemi í Bretlandi.

 >> SÍ EISINI Huawei verður vrakað

Tað fer at kosta yvir 100 milliónir krónur hjá Føroya Tele at skifta alla Huawei-tøknina, sum felagið longu hevur. 

Nema brúkar eisini Huawei, men eingin avgerð er tikin um veitara til 5G-netið, sigur Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Nema, við útvarpið.

Hann heldur, at telefeløgini bæði eiga at samstarva um at gera 5G-netið í staðin fyri at hava hvørt sítt net, sum nú. Ongar samráðingar hava tó verið um hetta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391